Skúlastjóri i Sumba
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Amy Martinsdóttir Thomsen í starv sum skúlastjóri í Sumbiar skúla frá 1. oktober 2025 at rokna.
Grillkvøld í Samkomuhúsinum

Trivnaðarbólkurin fyri Sumbiar Sókn skipar fyri grillkvøldi leygarkvøldi 20 septembur kl. 19:00 í Samkomuhúsinum í Sumba.
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 05. juni 2025.

Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 05. juni 2025, er løgd út á heimasíðuna.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Sumbiar Kommuna
Hov, Porkeris, Sumbiar og Vágs kommuna vilja styrkja Heilsudepilin í Vági, fundur hevur verið við landstýriskvinnuna í heilsumálum.
Kommunurnar Hov, Porkeri, Vágs og Sumbiar hava havt ein góðan og konstruktivan fund við landstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, har tær løgdu fram ætlanina um eina útbygging av Heilsudeplinum í Vági.
Ung í arbeiði 2025
Aftur í ár kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«. Umsøkjarin skal vera fyltur 14 ár 1. juli og ikki 17 ár 01. juli 2025.
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 26. mai 2025.

Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 26 mai 2025., er løgd út á heimasíðuna.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Sumbiar Kommuna
















