Søkt verður eftir:
Einum stuðli til Dagrøktina í Sumba.
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv frá 01.04.2024 fram til 01.07.2025. Starvið er 40 t viku. Uppgávan er at virka, sum stuðul hjá tveimum børnum, har onnur stuðulsarbeiðsuppgávan er fram til summarferiuna 2024 og hin fram til summarferiuna 2025
Tann, ið settur verður, skal:
- Duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð.
- Vera fús/fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru um stuðulsbørnini.
- Vera stundislig/stundisligur og nærløgd/nærlagdur
Stuðulsstarvið:
Umsøkjarar við viðkomandi royndum kunnu hava fyrimun.
Lønar –og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og FA
Umsóknir:
Umsóknir skulu sendast á teldupost Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. og vera Dagrøktini í hendi í seinasta lagi mánadagin 18.3.2024 kl.12.00.
Hevur tú spurningar til starvið, vinarliga ring til leiðaran á tlf. 253080
Vegna Dagrøktina í Sumba
Brynhild Lisberg, leiðari
Tlf. 25 30 80
T.post: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.