hond
Tað er ókeypis at luttaka á skeiðinum, og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu luttaka. Tað er ikki eitt krav at foreldrini hava verið í sambandi við Familjufyrisitingina ella hava eitt mál í Familjufyrisitingini.
 
 
 

Familjufyrisitingin bjóðar foreldrum, ið ikki liva saman, á skeið um foreldrasamstarv. Tað er ókeypis fyri foreldur at luttaka og øll foreldur, ið ikki liva saman, kunnu tekna seg.

Alt skeiðið hevur støði í tí, sum vit vita hevur týdning fyri trivnað og tryggleika hjá børnum, tá ið foreldur ikki liva saman.

Sjóneyka verður sett á hesi trý øki:
1) Foreldrasamstarvið – hvussu samstarv og samskifti um børnini verður styrkt.
2) Børnini – hvussu børn verða væl stuðlað undir og eftir skilnaðin.
3) Egin tilgongd – hvussu foreldur fáa tikið sær væl av sær sjálvum undir og eftir samlívsslit.

Finn tilmeldingarskjal og meira kunning um foreldrasamstarvsskeiðið á heimasíðu okkara famf.fo/foreldrasamstarvsskeid.

Heinta faldarin "Foreldrasamstarvsskeið í Familjufyrisitingini"

Familjufyrisitingin bjóðar børnum og ungum, hvørs foreldur ikki liva saman, at vera við í samrøðubólki.

Tað er ókeypis at vera við í samrøðubólki, og tilboðið er fyri øll børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman. Tað er ikki treyt fyri luttøku, at foreldrini hava verið í sambandi við Familjufyrisitingina ella hava eitt mál í Familjufyrisitingini. Tað er ei heldur av týdningi, um tað er stutt ella long tíð síðan, at foreldrini eru farin hvør til sítt.

Finn tilmeldingarskjal og meira kunning um Samrøðubólkar til børn og ung á heimasíðu okkara https://famf.fo/samrodubolkar

Heinta faldarin "Samrøðubólkar til børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman"

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Familjufyrisitingina.

Familjufyrisitingin
Dr. Jakobsens gøta 21,
100 Tórshavn