Víkarbyrgi er gomul landnámsbygd.
Víkarbyrgi varð eftir søgnini løgd í oyði, tá íð Sóttin svarta í 1349 gekk í Føroyum, og lá óbygd til um leið 1830.
Fyrsti maður, sum í nýggjari tíð setti búgv í Víkarbyrgi, var Jógvan Joensen úr Sumba, vanliga kallaður Jógvan eystan Á.
SNEPPAN Í HAMRABYRGI
Áðrenn sóttin svarta kom og legði alt oyði í Føroyum, var Víkarbyrgi av størstu bygdum. Men sóttin ruddaði út í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi (tey vóru tá bæði sum ein bygd). Eitt konufólk í Hamrabyrgi, nevnt Sneppan, livdi einsamalt eftir; men hon var vorðin so vill og stygg, at hon fekst ikki upp ímillum fólk aftur. Í Hamrabyrgi varð hon sitandi einsamøll alla sína ævi, og tí gingu menn og kastaðu kjøt niður av einum hamri til hennara, so hon ikki skuldi doyggja í hungri.
Ein toft er enn í Hamrabyrgi, sum rópast Snepphúsið eftir henni.
Fyri nøkrum árum síðan varð bygdin á øðrum sinni síðan landnámið aftur manntóm.