Dátuverndarkunning

Sumbiar kommuna er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av teim persónupplýsingum, vit hava skrásett um teg. Sum dátuábyrgdari er tað skylda okkara at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.

Kommunan er dátuábyrgdari og hevur skyldu at kunna teg um eina røð av viðurskiftum og rættindum, sum tú hevur sambært dátuverndarlógini. Tó skalt tú geva tær far um, at tað kunnu verða undantøk í tínum rættindum, tí kommunan er ein almennur myndugleiki, sum í nógvum førum hevur skyldu at viðgera persónupplýsingar sambært aðrar reglur ella aðra lóggávu.

Tú skalt í høvuðsheitum hava fráboðan um, at persónupplýsingar vera viðgjørdir um teg, hvør er dátuábyrgdari, endamál við viðgerðini, møguligir móttakarar av upplýsingunum v.m.

Heimild og endamál við viðgerðini

Kommunan viðger tínar persónupplýsingar, tí vit, sum kommuna, skulu veita tænastur og veitingar, og í hesum sambandi hava brúk fyri persónupplýsingum um bæði borgarar, feløg, fyritøkur, starvsfólk og samstarvspartar.

Málsviðgerðin í kommununi er fevnd av reglunum í dátuverndarlógini, fyrisitingarlógini og skjalasavnslógini v.m.. Vit viðgera tínar upplýsingar sambært § 8, stk. 1, nr. 1, 3 ella 5, umframt § 12 stk 2. nr. 1, 2 ella 7, í dátuverndarlógini.

Um vit innsavna ella seinni viðgera tínar persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, verður tað gjørt innan fyri karmarnar av § 7, stk. 3, í dátuverndarlógini.

Rættindi hjá skrásetta

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru nærri lýst í kapitli 4 í dátuverndarlógini.

Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:

  • Rætturin til kunning í §§ 23-25
  • Rætturin til innlit í § 26
  • Rætturin til rætting í § 27
  • Rætturin til striking í § 28
  • Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
  • Rætturin til dátuflutning í § 31
  • Rætturin til mótmæli í § 32-34
  • Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð
  • Rættindini eru ikki treytaleys, og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

Um tú vilt gera eitt ella fleiri av rættindum tínum galdandi, skalt tú venda tær til kommununa á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella á telefon 37 03 44. Skrivstovan er opin týsdag og hósdag millum 8.00 og 12.00.

Hvar stava persónupplýsingarnar frá?

Kommunan fær vanliga flestu upplýsingar, vit skulu brúka, frá tær. Men vit kunnu t.d. eisini heinta upplýsingar frá fólkayvirlitinum ella øðrum almennum skráum.

Vit skráseta og deila møguligar upplýsingar við aðrar myndugleikar, partar í málum ella onnur til tess at kunna viðgera mál títt á nøktandi hátt.

Um tú hevur givið samtykki til, at vit kunnu savna upplýsingar viðvíkjandi tær í sambandi við málsviðgerð/umsókn, kanst tú til eina og hvørja tíð taka samtykki títt aftur.

Bólkar av persónupplýsingum sum vit savna

Kommunan viðger persónupplýsingar um teg í sambandi við ítøkiligu málsviðgerðina. Upplýsingarnar kunnu verða vanligir persónupplýsingar t.d. navn, p-tal, bústaður og fíggjarviðurskifti. Talan kann eisini verða um viðkvæmar persónupplýsingar t.d. um heilsu og sosial viðurskifti.

Víðarigeving av persónupplýsingum

Kommunan gevur bert tínar persónupplýsingar víðari, um vit hava skyldu til tess sambært viðkomandi lóggávu, gjørda avtalu/sáttmála, viðkomandi málsviðgerð, aðrar almennar stovnar og myndugleikar, t.d. TAKS.

Kommunan gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum kommunan hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.

Í ávísum førum er tað tó neyðugt, í sambandi við málsviðgerðina, og fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini og skjalasavnslógini, at senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.

Í útgangsstøðinum flytir kommunan ikki persónupplýsingar um borgarar til útlond ella triðjalond, hetta kann tó verða neyðugt í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.

Goymsla og striking av persónupplýsingum

Kommunan strikar persónupplýsingarnar, tá ið málið ikki longur er virkið, og goymsluskyldan gongur út, og tá ið eitt møguligt skjalasavnskrav er uppfylt. Tá ið upplýsingarnar eru savnsgoymdar ella strikaðar hevur kommunan ikki longur atgongd til hesar.

Samskiftisupplýsingar

Sumbiar Kommuna
Postboks 72,
Í Kerinum 27,
FO - 970 Sumba

Telefon: (298) 37 03 44
Faks: (298) 37 01 44
T-postur: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Skrivstovan er opin týsdag og hósdag millum 8.00 og 12.00.

Dátuverndarfólk

Kommunan hevur tilnevnt eitt dátuverndarfólk, og um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum í kommununi, kanst tú venda tær til dátuverndarfólkið teldupost Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Heitið á teldupostinum skal vera “att. Dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til kommununa, merkt att. Dátuverndarfólk.

Møguleikin at klaga til Dátueftirlitið
Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.

Metir tú, at kommunan ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella á telefon 30 91 00. Sí meira kunning á www.dat.fo.

Tak niður sum PDF fíl.